Foreldur: Gevið børnunum betri umstøður

Støðan á dagsstovnunum er ikki nøktandi, og í áheitanarskrivi til Tórshavnar kommunu krevja foreldur, at lurtað verður eftir foreldrum og starvsfólki

Í áheitanarskrivi til Tórshavnar kommunu sent miðlunum fyri løtu síðani, undirskrivað foreldur at børnum á dagstovnum í Tórshavnar kommunu, boða foreldur frá, at nú er ovmikið.

– Støðan á dagstovnunum í dag er ikki nøktandi. Foreldur uppliva í stóran mun, at starvsfólk rýma av dagsstovnunum í Tórshavnar kommunu, og at umstøðurnar yvirhøvur eru ógvuliga sperdar, skriva foreldrini.

– Seinasta mánaðin hava nógv okkara upplivað, at støðan er versnað, hóast gjørt hevur verið vart við trupulleikan leingi. Síðsta avgerðin um eindarleiðslu tykist hava verið seinasti dropin hjá nógvum starvsfólkum, ið ikki kenna seg vird ella hoyrd, stendur framhaldandi.

–Tíverri eru tað okkara børn, sum kenna smeitin av hesum. Børnini hjá okkum knýta seg til starvsfólkið á stovnunum, ið er ein stórur partur av teirra gerandisdegi og tryggleikakenslu, men á nógvum stovnum er talan um ansingartilboð, tí pengar, tíð og pláss eru ikki til námsfrøðina, stendur í skrivinum.

Foreldrini krevja eisini betur umstøður til børnini, og tey heita á Tórshavnar kommunu um at lurta eftir starvsfólkunum. 

Jóanna Djurhuus, ið sjálv situr í foreldraráði, og hevur børn á stovni í Tórshavnar kommunu, sigur við in.fo, at foreldraráðini høvdu fund um støðuna á dagstovnaøkinum í Tórshavnar kommunu í gjár, og á leið 30 foreldur vóru við á fundinum. Luttakandi umboðaðu gott 20 stovnar í kommununi, og tað eru hesi, sum nú hava sent áheintanina til Tórshavnar kommunu. 

Hon leggur afturat, at tey eru ónøgd, tí tað ikki verður lurtað eftir starvsfólkunum á stovnunum og leggur dent á, at foreldrini, ið hava undirskrivað áheitanina ikki gera greitt, um tey eru fyri ella ímóti avgerðini, ið kommunan hevur tikið um eindarleiðslu á dagstovnaøkinum.

– Men vit eru samd í, at tímarnir mangla á gólvinum. Tað var kjarnan í tí, sum varð sagt á fundinum í gjár, sigur hon við in.fo. 

– Tað tykist, sum trupulleikin ikki fyrst og fremst er leiðslubygnaðurin, men heldur er tað manglandi tímar og játtan til dagstovnaøkið, og tí skal kommunan arbeiða við tí fyrst, sigur hon. 

Les eisini: Býlingshúsið millum Gilja: Fleiri starvsfólk sagt seg úr starvi