Foreldur skulu fáa pengar fyri at ansa sínum egnu børnum

Foreldur skulu hava størri frælsi til at velja sína egnu barnaansing, heldur nýggja landsstýriskvinnan í almannamálum

 

 

Nú skulu pengarnir fylgja barninum.

Tað verður eitt av endamálinum við politikkinum hjá nýggju samgonguni á barnaøkinum. Í hesum sambandi verður mannagongdin broytt, soleiðis, at foreldur nú skulu kunna fáa samsýning fyri at ansa børnum sínum heima, heldur enn at hava tey í barnagarði ella í vøggustovu.

Tað sigur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, sum verður landsstýriskvinna í almannamálum í nýggju samgonguni.

Hetta er eitt uppskot, Fólkaflokkurin legði fyri Løgtingið tvær ferðir í undanfarna valskeiði, men tað varð felt báðu ferðir.

Eitt barn í einum kommunalum dagstovni, kostar einar 90.000 krónur í miðal um árið. Av tí rinda foreldrini sjálvi einar 20.000 krónur og kommunurnar rinda einar 70.000 krónur um árið.

Men nú ætlar samgongan, at kommunur skulu fáa heimild til at rinda foreldrum, sum ikki brúka kommunalu barnaansingina, ein part av gjaldinum, sum barnið annars kostar kommununi.

Verður hesin møguleikin brúktur til fulnar, fáa foreldur sostatt 90.000 krónur meiri at ráða yvir um árið

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur sigur, at endamálið er at geva foreldrum størri frælsi at gera av, hvørja barnaansing tey vilja hava til børnini.

Talan kann vera um, at foreldur ansa børnunum heima. Talan kann eisini fera um, at ein bólkur av foreldum tekur seg saman um at skipa fyri barnaansing, tað kann vera eitt grannalag, ein felagsskapur, ella okkurt annað.

Hon vísir eisini á, at kommunalu dagstovnarnir eru ikki nøktandi hjá teimum, sum hava skeivar arbeiðstíðir, men eftir hesi nýggju skipanini kunnu foreldur sjálvi skipa fyri barnaansing uttan fyri vanliga arbeiðstíð.

Ein annar møguleiki er eisini, at námsfrøðingar, og onnur, stovnað privatar ansingarstovnar og bjóðað foreldrum ansingartænastu.

Arbeiðspláss kundu bjóðað ansing, har foreldur vóru saman við børnunum í steðgum, ella foreldur brúka pengarnar upp á at fáa sær húshjálp.