Foreldur skulu sjálvi velja nær tey taka sær frí frá arbeiði

Foreldur skulu sleppa at goyma ein part av barnsburðarfarloyvinum til seinni brúk

Barnsburðarfarloyvið skal leingjast upp í eitt ár. Tað hevur leingi verið eitt politiskt endamál - og tað er eisini endamálið hjá nýggju samgonguni, sum nú er skipað.

Í løtuni er barnsburðarfarloyvið vikur, men treytin er, at alt farloyvið skal vera tikið tá ið barnið er fylt eitt ár.

Men Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, sum verður landsstýriskvinna í almannamálum í nýggju samgonguni, sigur, at hetta skal nú broytast.

Hon sigur, at ætlanin er at gera barsilsskipanina smidligari, soleiðis at foreldur fáa størri frælsi at gera av, nær tey fara í farloyvi.

Tað merkir, at tey skulu ikki noyðast at taka alt farloyvið tað fyrsta árið. Hinvegin skulu tey kunna goyma ein part av farloyvinum til barnið er eitt sindur størri.

Men við eini smidligari skipan skal tað eisini bera til hjá foreldrum at arbeiða parttíð og so vera í barsilsfarloyvið til rest.

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur sær eisini fyri sær, at foreldur kunnu fáa sær serliga umsorganardagar, har tey eru heima hjá børnunum, tá ið tey eru eitt sindur eldri.

Men hon sigur kortini, at akkurát, hvussu tað skal snikkast saman, er ikki avghørt enn. Men høvuðsendamálið er at gera barnsburðarskipanina so mikið smidliga, at foreldrini fáa størri frælsi til at taka farloyvið, tá ið tey hava brúk fyri tað.