Foreldur sum missa eitt barn skulu fáa farloyvi

Nú skal Løgtingið taka støðu til, um ein skipan við sorgarfarloyvi skal setast í verk

Nú skal Løgtingið taka støðu til um foreldur, sum missa eitt barn undir 18 ár, skulu fáa loyvi til at fara í sorgarfarloyvi. Tað er Djóni Nolsøe Joensen, tingmaður fyri Javnaðarflokkin, sum nú hevur lagt uppskot fyri løgtingið um hetta.

– Í Føroyum hava vit eina góða barsilsskipan, har tað ber til hjá nýklaktum foreldrum at vera burturi frá arbeiðsmarknaðinum í eina tíð. Doyr barnið í móðurlívi, ella er tað deyðføtt, hava foreldrini somu rættindi, sum um tað varð føtt á lívi, sigur Djóni Nolsøe Joensen.

– Men doyr barnið seinni, hava foreldur ikki rætt til at sleppa í farloyvi, leggur hann afturat.

Hann sigur, at tað er so ymiskt, hvussu foreldur, sum eru í teirri vanlukkuligu støðu, at tey missa eitt barn, klára tíðina aftan á. Summi hava tørv á at sleppa rættiliga skjótt aftur til arbeiðis, men onnur orka ikki tað, men hava tørv á at vera heima og syrgja í eina tíð.

– Í dag kunnu foreldur, sum missa eitt barn, verða loftað dagpeningaskipanini, ella øðrum almennum skipanum. Tey kunnu eisini vera vard av starvsmannalógini ella lóg um almannatrygd og tænastur, ella øðrum lógum ella sáttmálum.

Men fyri at verða koma í onkra av almennu skipanum, skal kommunulæknin fyrst meta um, antin viðkomandi er so illa fyri, at tað er grundarlag fyri eini sjúkramelding. Í hesum sambandi er vælvild frá arbeiðsgevara eisini avgerandi, sigur løgtingsmaðurin.

– Tað eru sostatt ikki øll, sum missa eitt barn, ið hava rætt til veitingar frá tí almenna, tá ið tey hava tørv á at fara úr starvi at syrgja í eitt ávíst tíðarskeið. Verða tey sjúkrameldað, og fevnd av sáttmálum ella skipanum, skulu tey til fleiri ymiskar stovnar, útfylla fleiri skjøl og harafturat skal mannagongdin endurtakast fleiri ferðir, tá ið tørvur er á at leingja fráveruna.

Djóni Nolsøe Joensen sigur, at í Danmark varð sorgarfarloyvi til foreldur, sum missa eitt barn, sett í gildi 1. januar. Við hesum hava øll foreldur, sum fáa eitt deyðføtt barn, ella missa eitt barn áðrenn tað er fylt 18 ár, fingið rætt til at vera heima í 26 vikur við barsilspeningi.

Hann sigur, at nú hann hevur lagt uppskot fyri Løgtingið um sorgarfarloyvi, er endamálið at geva foreldrum í Føroyum somu rættindini.

– Soleiðis fáa øll foreldur, sum missa eitt barn, rætt til sorgarfarloyvi, sama um tey eru gift, ella ikki, og sama hvussu fíggjarstøðan hjá teimum er sigur Djóni Nolsøe Joensen. Harafturat verður tað munandi smidligari, og minni pappírsarbeiði, hjá foreldrunum í einum tíðarskeiði, sum frammanundan helst er merkt av sorg og manglandi orku.

Hann heldur, at tíðin er komin til, at foreldur, ið missa børn, fáa lógartryggjaðan rætt til at syrgja í eitt ávíst tíðarskeið.

– Við hesum verður tað líka natúrligt at fara í sorgarfarloyvi, tá vit missa eitt barn, sum tað er at fara í barnsburðarfarloyvi, tá vit fáa eitt barn, sigur Djóni Nolsøe Joensen.