Williamsstova er í niðastu hædd í Myndlist í Niels Finsensgøtu.

Forkunnug søluframsýning í Williamsstovu

Williamsstova letur upp søluframsýning leygardagin 3. apríl klokkan 14 við verkum eftir kendum listafólkum.

 

Williamsstova er nýtt framsýningarhøli, sum gevur listafólki eitt pláss mitt í hjartanum í býnum til at vísa fram sína list. Williamsstova er ætlað myndlistafólki at brúka til skeiðsvirksemi, verkstovur og ikki minst til framsýningar. Williamsstova fekk heitið til heiðurs fyri listamanninum William Heinesen (1900-1991) - eitt inspirerandi listafólk innan fleiri ymiskar listagreinar.

Williamsstova, sum er í niðastu hædd í Niels Finsensgøtu 16, millum Myndlist og Marjuna Heimá, letur upp leygardagin 3. apríl klokkan 14 við forkunnugari søluframsýning. Arbeitt hevur verið fram ímóti at seta saman eina áhugaverda og fjølbroytta listaframsýning, sum umboðar føroyska list.

Á framsýningini verða verk eftir Mikines, Ingálv av Reyni, Frimod Joensen, Steffan Danielsen, Torbjørn Olsen, Jóannis Kristiansen, Hansinu Iversen og øðrum til keyps. Eisini verða røður, tónleikur og okkurt gott til góman.

Nám X hevur eisini framsýning við íblástri frá verkum hjá Williami Heinesen.

##med2##

 Leiga Williamsstovu

Eftir páskir kunnu einstaklingar og bólkar leiga Williamsstovu til framsýningar frá hósdegi til og við týsdag. Umstøðurnar at hava kreativar verkstovur eru eisini góðar, og tá er upplagt at hava framsýning av gjørdum verkum aftaná. Møguleiki er eisini fyri at hava fyrilestrar og annað skeiðsvirksemi.

Við hesum leggur Williamsstova upp til at menna og førka listina fram, bæði hjá spírandi og royndum listafólki.

Áhugað kunnu skriva til [email protected] ella ringja til Myndlist á tlf. 25 95 05. 

##med3##

##med4##

##med5##

 

 

Williamsstova er í niðastu hædd í Myndlist í Niels Finsensgøtu.

Astrid Mouritsen, sum eigur og rekur Myndlist og Williamsstovu.