Formaðurin seldi 22% av álitisfólkahópinum

Formaðurin í Starvsmannafelagnum seldi 22% av álitisfólkahópinum til arbeiðsgevaran. Er tað rætt og rímiligt?

Í samráðingunum í 2017 seldi formaðurin í Starvsmannafelagnum 22% av álitisfólkahópinum fyri 489 kr. til arbeiðsgevaran. Talið av álitisfólkum fór úr 109 niður á 85. Hetta var ein gøla og eitt vónbrot, fyri fakfelagsrørsluna, og felagið, sum heild. Tað eru limirnir, ið eiga felagið, og tað eru álitisfólkini, ið ganga á odda. At selja rættindini til arbeiðsgevaran var eitt stórt vónbrot. Hetta vóru vunnin rættindir í sáttmálanum, og tryggleikin hjá limunum, ið vórðu seld til arbeiðsgevaran fyri lítið og einki.

Vit mugu ongantíð ganga við til at minka um hópin av álitisfólkum - tí tá velja vit at skerja eftirlitið við sáttmálan, og rættindini hjá okkara limum á arbeiðsmarknaðinum. Hetta hevði eg aldri góðtikið, um eg stóð fyri samráðingum. Álitisfólkahópurin er okkara styrki og andlitið yvir fyri arbeiðsgevaranum, sum skal tryggja, at alt gongur rætt fyri seg á arbeiðsplássinum, og at sáttmálin verður yvirhildin.

Vit skulu heldur styrkja um álitisfólkahópin, so limirnir gerast enn sterkari úti á arbeiðsmarknaðinum. Vit mugu ongantíð skera beini av okkum sjálvum, og vit mugu ikki slaka fyri okkara fakfelagsrættindum. Arbeiðsgevarin ynskir sjálvandi at fækka um álitisfólkini, so at minni eftirlit er á arbeiðsplássinum, og soleiðis fær arbeiðsgevarin frítt spæl.

Vit skulu verja okkara arbeiðspláss og okkara rættindir, og tryggja góð arbeiðsviðurskifti, og at okkara limir hava tey bestu korini at starvast undir - hesum vil eg stríðast fyri.

Vit mugu ikki skerja álitisfólkahópin, tí tá gerast limirnir veikari og arbeiðsgevarin sterkari. Endamálið, hjá øllum arbeiðsgevaranum, er sjálvandi at hava so fá álitisfólk sum gjørligt úti á arbeiðsplássunum, og harvið so lítið eftirlit við sáttmálanum/arbeiðsviðurskiftunum, sum til ber. Álitisfólkini eru grundarsteinurin í sáttmálanum, og eru bindilið í millum starvsfólkið og leiðsluna. Álitisfólk umboða sáttmálan, og skulu tryggja, at alt gongur rætt fyri seg - so har má ikki slakast. 

Um eg fái møguleikan at gerast formaður, vil eg vera sjónligur. Eg vil eg ganga nýggjar leiðir, og seta álitisfólkið og limirnar í hásætið. Eg vil leggja eina ætlan saman við hvørjum einstøkum stovni, har eg komi at vitja úti á arbeiðsplássunum, og hava fundir minst 2 ferðir árliga, har arbeiðsviðurskifti og trivnaður verða umrøddir. Hetta vil eg gera, fyri at skapa betri sambond millum arbeiðsplássini og felagið. Vit, sum størsta fakfelag í landinum, skulu síggjast og hoyrast í samfelagnum, og vera við í samfelagskjakinum, so okkara limir kunnu vera stoltir av felagnum. Formaðurin er ein sentralur persónur, og har er tað umráðandi, at vit vísa okkara styrki í samfelagnum. Vit skulu hava ávirkan á samfelagið, og kunna vísa á skeivleikar, sum ávirka limirnar dagliga. Um trupulleikar eru á arbeiðsplássinum, skulu tit ikki vera í iva um, at við mær sum formanni, komi eg at ganga á odda fyri at fremja bestu loysnina fyri tykkum og fyri arbeiðsplássini.

 

Við fakfelagskvøðu og ynskjum um gott val, Gunnar Hjelm valevni til formanssessin í Starsmannafelagnum