Samráðingarnar millum Fólkaflokkin, Sambandsflokkin og Miðflokkin halda fram, aftaná at Bárður á Steig Nielsen, samráðingarleiðari, fyrr í dag boðaði Páll á Reynatúgvu, tingformanni, frá, at grundarlag er at halda fram við samráðingunum millum flokkarnar.
Í løtuni eru tað einans formenninir, ið taka lut í samráðingunum, tó at tingbólkarnir eru staddir nærhendis, um tørvur er á teimum.
Sum Miðlahúsið skilur, verður nú arbeitt við at festa tey mál niður í eitt komandi samgonguskjal, ið hava ligið á láni. Tað eru serliga etisk mál og fiskivinnan, ið partarnir ikki hava verið lidnir at samráðast um.
Málsøkjabýtið, ið kann hugsast at vera ein av snávingarsteinunum, hevur enn ikki verið á skrá, og verður tað neyvan viðgjørt fyrr enn alt samgonguskjalið er komið upp á pláss.
Sambært stýrisskipanarlógini skal tingfundur verða leygardagin, tá løgtingsformaðurin skal leggja fram eitt uppskot til løgmann.
Formenninir tingast víðari

