Forsætisráðharrin í hernað móti ókeypis plastposum

Vil seta forboð í verk í Danmark

Mynd: Ritzau / Scanpix

Mynd: Ritzau / Scanpix

Um danski forsætisráðharrin Mette Frederiksen fær sín vilja, verður tað ikki longur lov hjá handlum og øðrum at veita ókeypis plastposar til síni viðskiftafólk. Tað skrivar Ritzau tíðindastovan, ið hevur tíðindini frá danska blaðnum Politiken.

Forsætisráðharrin ynskir nevniliga at seta eitt forboð í verk móti ókeypis plastposum og tvífalda tey avgjøld, ið longu eru á plastposum og einnýtisborðbúnað. Tað merkir, at plastposar framyvir verða hálva krónu dýrari.

- Nú er so nógv plast í høvunum, at tað svarar til, at ein heilur lastbilur tveitir eina last av plasti beint í havið hvønn minutt alt døgnið, sigur forsætisráðharrin við Politiken og leggur afturat.

- Fyri meg er plastdálking vorðið ímyndin av heimsborgarum, ið ikki ansa eftir síni egnari jørð.

Sambært Politiken verða nýggju avgjøldini ein partur av fyrstu fíggjarlógini hjá stjórnini, og verður mett, at tað gevur 200 milliónir krónur aftrat í landskassan. Harumframt verður mett, at nýggju avgjøldini fara at minka um plastnýstluna hjá dønum við 20 prosentum. 

Mynd: Ritzau / Scanpix