Forsangarin í Roxette er deyð

Hon stríddist við krabbamein í 17 ár, men í gjár doyði hon

Marie Fredriksson, sangari í heimskenda tvímansbólkinum, Roxette, doyði í gjár, 61 ára gomul.

Hon hevur stríst við krabbamein, heilt síðani 2002 og í gjár stríðið tapt, skriva fleiri útlendskir miðlar í dag.

Saman við Abba, er Roxette eitt tað allarkendasta, tónleikaranavnið í Norðurlondum.

Roxette var í Føroyum eina ferð. Tað var í 2015, tá ið tey vóru høvuðsnavnið á Summarfestivalinum, men stutte eftir góvust tey at spæla konsertir, tí Marie Frederiksson orkaði ikki meir.