Topp Fuglafjørður 2014

Um vikuskifti var skipað fyri Topp Fuglafjørður. Pól Hans Joensen greiðir her frá túrinum. Síggj eisini myndir.

Mentanarvika hevur verið í Fuglafirði við einari stórari skrá, og seinastu 3 árini hevur tiltakið Topp Fuglafjørður verið á skránni. Topp Fuglafjørður er ein túrur uppá allar fjallatindarnar runt Fuglafjørð, summi eru heil fjøll og summi eru minni og størri ryggir á vegnum, men samanlagt á túrinum kemur man á 10 fjallatindar.

 

Túrurin plagar at vera lýstur í góðari tíð, so fólk kunnu fyrireika seg til dagin.

Fyrsta árið var veðrið sera ófantaligt, annað árið var klárt og gott veður, og hesaferð var gott veður, men lá mjørkin nakað tungt, tó glottar vóru.

 

Tað vóru líka yvir 30 fólk møtt upp til túrin, og nøkur komu upp í gonguna skjótt eftir, at vit vóru farin til gongu, so samanlagt vóru vit eini 40 fólk,

 

Hesin túrurin er ein heildags túrur, og er tí eisini rímiliga drúgvur. Nógv fólk eru við, og tað er nokk serliga av tí, at hesi fjøllini hava okkurt til ein hvønn tørv. Tað er ikki so langt at koma niðan á, tí man byrjar á Kambsdali, tað er lítið og einki av klatring, og man kemur uppí 732m hædd. Tann størsti fyrimunurin er, at tú kanst sleppa omanaftur í býin aftaná hvørt einstakt fjall, so um man ikki orkar, ella ikki hevur tíð at ganga allan vegin, so sleppur man alltíð lættliga omanaftur.

 

Eitt tað besta við slíkum túrum er fólkið, ið er við. Man kemur í prát við nógv ymisk fólk, og nógv ymisk evni úr dagligdegnum koma upp at venda. Eisini er sera stuttligt at hava so ymisk fólk at deila hesar náttúru upplivingar við, tí øll hava okkurt áhugavert at fortelja um sum til dømis náttúruna, dalar og fjøll, bygdir og býir, fuglar, blómur og alt tað, ið er at síggja rundan um seg á einum slíkum túri,

 

Hesaferð tók túrurin líka yvir 8 tímar, og tá hevði man gingið millum 18 og 20 kilometrar.

 

Nú er hettar so smátt vorið siðvenja, at tað er ein Topp Fuglafjørð túrur á mentanarvikuni,

so vit vistu longu áðrenn vit lýstu túrin, at fólk gleddu seg til túrin. Eisini hoyrdist í undanbrekkuni á síðsta teininum omanav Borgini, at fólk heilt sikkurt ætlaðu sær at koma aftur. Summi av teimum hava verið túrin áður, og summi vildu sjálvandi ynskt at sloppið á fjøllini aftur, tá sýnið var betri, so væntandi verða vit líka fjølment aftur næsta ár.

 

Hesaferð og undanfarin ár hava vit ikki gjørt nakað burturúr aftaná túrin, men tað hava vit snakka eitt sindur um, at tað hevði veri hugnaligt, at kunna sett seg niður onkrastaðni og líka kunna práta eitt sindur og kanska fáa ein betri enda á túrinum.

 

Fjøllini, ið verða gingin eru: Kambur 545m, Gjógvarafjall 678m, Blábjørg 732m, Hjarðardalstindur 699 m, Slætnatindur 625m, Altarið 483m, Mjóstíggjur 482m, Húsafjall 695m, Róvin 513m og Borgin 571m.