Forsøgn: Stram Kurs við kós móti Fólkatinginum

Rasmus Paludan. Mynd: Ritzau Scanpix

Rasmus Paludan. Mynd: Ritzau Scanpix

Sambært forsøgnini hjá Danmark Radio, nú 18,7 prosent av atkvøðunum eru upptaldar, so er Stram Kurs á veg á Fólkating. Sambært forsøgnini fær nýggi flokkurin hjá Rasmus Paludan 2 prosent av atkvøðunum.

Annars er greitt, at reyði blokkurin tykist at vinna meirilutan. Tað er serliga vegna stóra framgongd hjá Radikala Vinstra og Sosialistisk Folkeparti, meðan Dansk Folkeparti í bláa blokkinum fær ein dyggan frammaná frá veljarunum.

Forsøgnin hjá Danmark Radio aftaná at 18,7 prosent av atkvøðunum eru upptaldar:

Sosialdemokratarnir – 26,5% (26,3)
Dansk Folkeparti – 9,2% (21,1)
Vinstra – 22,6% – (19,5)
Eindarlistin 6,5% – (7,8)
Liberal Alliance – 2,3% (7,5)
Alternativi – 3,1% – (4,8)
Radikal Vinstra 9% – (4,6)
Sosialistisk Folkeparti 7,3% – (4,2)
Konservativu 6,4% – (3,4)
Kristindemokraterne – 1,8% – (0,8)
Nye Borgerlige – 2,5%
Klaus Riskær Pedersen - 0,8%
Stram Kurs – 2%

Rasmus Paludan. Mynd: Ritzau Scanpix