Forsølan til Dansibandsfestivalin er byrjað

Dansibandsfestivalurin bjóðar øllum dansi-hugaðum føroyingum til Vágs til dans fríggjakvøld og leygarkvøld, til brunsj og grillkvøld, dansibandsgudstænastu, gongutúr í náttúruni og ikki minst hugna og gestablídni.

Dansibandsfestivalur er í Vági í døgunum 1. til 2. mai 2020 og fyrsta navnið, norsku Contrazt, er eisini avdúkað - og síðst í november verður næsta útlendska navnið avdúkað.

Forsølan til Dansibandsfestivalin 2020 er nú byrjað og fram til og við 31. des. 2019 kosta vikuskiftispassini 850 kr. (+ 20 kr. í avgjaldi).

Íroknað í prísinum er:

Fríggjakvøld 1. mai 2020
Syngið við
Dansur fríggjakvøld

Leygardag 2. mai 2020
Gongurtúrur við ferðaleiðara
Brunsj
Dansibandsgudstænasta
Grillkvøld
Dansur leygarkvøldið

VIkuskiftispass kunnu keypast í forsølu á billett.fo