Forvitnislig útgávukonsert við Rana Nolsøe

"Ókendar leiðir" er eitt savn við sterkum søgum hjá Rana Nolsøe, sum fer at hava útgávukonsert í Spaniastovu í annaðkvøld.

 

Eftir eina langa karrieru í bólkinum Frændir - við seks útgávum á baki - er Rani Nolsøe nú aktuellur við síni fyrstu solo-útgávu, nevnd "Ókendar leiðir", og í hesum sambandi verður stór útgávukonsert í Spaniastovu leygarkvøldið hin 29. februar klokkan 21.

Rani Nolsøe hevur seinastu árini spælt nógv sum trubadurur og í orkestri, og hann hevur seinastu tvey árini latið nøkur vælumtókt stakløg út á marknaðin. Nú er hann so endiliga klárur við síni fyrstu solo-útgávu.

- "Ókendar leiðir" er eitt savn við sterkum søgum hjá Rana Nolsøe, harímillum "Ein sangur til tín", sum er skrivaður til minnis um vinmannin, Óla, sum takkaði fyri seg ein dapran dag síðst í oktober í 1990.

Í tíðindaskrivi í kvøld verður víst á, at Rani Nolsøe saman við beiggjanum, Eyðuni Nolsøe og Steintóri Rasmussen, varð heiðraður við eini Planet Awards fyri Ársins Herðaklapp í 2009.

- Útgávukonsertin verður ein sterk ferð gjøgnum søgurnar handan sangirnar, har Rani Nolsøe saman við bólki sínum fer at framføra og tulka tónleikin. Steintór Rasmussen fer at leiða "Ein sangur til tín" inn við eini hugleiðing um Óla Wolles Andreassen (1959-1990).

Lagt verður aftrat, at Ragnhild Ellingsgaard fer at leiða inniligu "Brá" inn við síni persónligu søgu handan vakra sangin, og Eyð Matras fer at leiða hjartanemandi yrkingina hjá Finnboga Ísaksyni til dóttur sína Glæmu inn, sum byrjan til framførsluna av sanginum "Til Glæmu".