Forvitnisligar sendingar um Poul F.

Suni Merkistein og Hans Petur Hansen hava gjørt sendingar um Poul F, sum verða vístar í SvF á páskum.

 

Poul F. avmyndaður við fiskaplássið hjá Thomsen á Tvøroyri.

Poul F. avmyndaður við fiskaplássið hjá Thomsen á Tvøroyri.

 

Á páskum fer SvF at vísa nýggja stuttrøð um Hargaskaldið Poul F. Joensen. Hetta eru sendingar í røðini "Kendir føroyingar", sum KvF við jøvnum millumbili hevur havt á skránni tey seinnu árini. Sendingarnar eru um ein tíma til longdar hvør.

Tað eru Suni Merkistein og filmsfotografurin, Hans Petur Hansen, sum hava gjørt nýggju stuttrøðina.

- Poul F. man vera ein av kendastu og best umtóktu føroysku yrkjarum. Í nýggjari tíð hevur fólkasangarin, Hanus G. Johansen, veitt honum stórfingna uppreisn við sínum mongu sangtulkingum av yrkingum hansara. Poul F. er gitin sum samfelagsrevsandi yrkjari, ivaleyst hin fyrsti av sínum slagi í Føroyum. Djarvur og bersøgin lýsti hann við broddi, speii og skemti evni, sum vóru forboðin og viðbrekin.

Í tíðindastubba, sum KvF hevur sent miðlunum í kvøld, verður sagt, at Poul F eisini dugdi annað enn at prika og øsa. Hann var fullbúgvið skald, hevði hollan málsligan førning og vítt útsýni, fosturlandsalskur rennur úr nógvum yrkingum, kvinnuni fagnar hann eisini við heitum og sansaligum orðum, men undir øllum bilgist høvundans djúphugsan um tilveruna og ævinleikan.

- Í fyrra parti av stuttrøðini um Hargaskaldið fáa vit søguna um barnaárini í Sumba fyrst í farnu øld, um lestrarárini í Havn, árini sum lærari og familjumaður í Froðba, um frumútgávuna "Gaman og álvara", rumblið um lærarastarvið, sum endaði við, at hann fór úr hesum yrki longu í 1926, um royndirnar at fóta sær sum verkamaður og dagleigari, um veksandi rúsdrekkanýtslu og tráan eftir viðurkenning - og um persónligan sorgarleik.

Í KvF vísa tey á, at í seinna partinum verður greitt frá áhaldandi stremban hansara at verða viðurkendur sum eitt av fremstu skaldum í Føroyum. Poul F. kendi seg at vera fyri vanbýti og mismuni sum hitt umstrídda og forfjónaða útjaðaraskaldið. Hann fór í hernað móti tí, ið hann skírdi hitt mentanarliga parnassið í Havn. Hann kennir seg tvíbýttan. Heimkærur er hann sum fáur, og unnist tí best í Suðuroy.

- Túrarnir á seiðabergi eru honum styrkjandi og linnandi til likams og sálar. Kortini kennir hann seg einsamallan og skerdan, tí í Suðuroy er ikki eitt livandi bókmentaligt og mentanarligt umhvørvi sum í Havn, verður eitt nú sagt um sendingarnar um Poul F., sum verða vístar í SvF á páskum.

Poul F. avmyndaður við fiskaplássið hjá Thomsen á Tvøroyri.