Fótboltsvøllurin á Mýruni og Træbrúgvadammur

Tá vit nólsoyingar í veitslulag syngja «Tjóðsang» okkara Nólsoyarvalsin, og koma til fjórða ørindi «Men tá ið so brimið mót Eiðinum slær, og klívur við sjónum oynna í tvær» hugsa vit nokk ikki altíð hvat hesar linjur siga okkum, men næstan á hvørjum hávetri verða vit ámint um hetta.

Seinasti vetur var einki undantak, og vøllurin á Mýruni er nú bókstavliga hálveraður. Vøllurin, verður nógv brúktur av nólsoyingum, og øðrum sum vitjað her. Vøllurin skal gerast aftur beinanvegin, og eigur at venda eystur og vestur, tað er gott pláss til tað, og so kanna ein partur av gamla vøllinum sunnanfyri framhaldandi nýtast til húsbilar og- vognar. Vøllurin vil tá ikki verða eins útsettur fyri brimi í framtíðini.

 

 

Vit kunnu tó ikki bara venda vøllinum og so hopa at tað ikki verða stór brim aftur. Tað verða tað heilt sikkurt, nú tá veðurlagsbroytingarnar eru yvir okkum. Tað má gerast okkurt nú, áðrenn oyggin verður kvett í tvey. Loftið inn undir Eiði blívur bara djúpari og djúpari, og áðrenn vit kunna vita av, so er hol ígjøgnum, og kemur hol á har, so verður skaðin stórur.

##med2##

Tað finst ikki nøkur løtt og bílig loysn. Ein kann bert gita, um tað er rætt at lata upp aftur í Hammerstokk og endurskapa Træbrúgvadamm, ella um tað skal gerast ein stór brimverja av stórum gróti, ella ser-gjørdum stoyptum steinum. Tí eigur henda verkætlan at leggjast væl til rættis, áðrenn farið verður í gongd. Eitt mini-modell eigur at gerast í einum royndardammi og/ella ein teldu simulering, fyri at finna bestu loysnina.

Hvør rætta loysnin er, er óvist. Tað kemur at kosta, tað kemur at taka tíð. Tí er tað sera umráðandi at byrjað verður uppá hesa uppgávu, beinanvegin, tá nýggja býráðið tekur við. Her má ikki drálast, tí so verður uppgávan bara størri, dýrari. Her má ikki drálast til aftaná, stór skaðin er hendur á fólk og ognir. Besta trygd fyri at ikki verður drálað, er at ein nólsoyingur er í nýggja býráðnum.

Karlot Hergeirsson, valevni fyri Framsókn