Four MENh við staklag

Ein av bólkunum, sum javnan spælir til dans, og onnur tiltøk, er Four MENh.

Nú hevur bólkurin verið í upptøkuhølunum og burturúr er komið staklagið "Kærleikin er besta mið".

Tað er ikki heilt uttan orsøk, at bólkurin gevur hetta lag út á  netinum.

Um eina viku er Four MENh ein av bólkunum, sum fer á pall í Sørvági. Tá er aftur Countryfestivalur í Sørvági, har útlendsk og føroysk nøvn fara á pall, og óivað verður "Kærleikin er besta mið" at hoyra, tá Four MENh fara á pall.

Hoyr lagið her: 

https://www.youtube.com/watch?v=m6JE7WP784Y&feature=youtu.be&fbclid=IwAR3XiHWwfplllBmEA7qKP-ofTYQUA48r_s_8JLWaBiIM1OItSRvfV6Cr8_k