Frá ÍF og Drátti til finskan flogbólt (FM1)

(FM1) Serbiska Nikolina Alter við einari fortíð í ÍF og Drátti var saman við Magnusi Tausen gestur í flogbóltspanelinum á FM1 seinnapartin

 

 

Mynd: Óli G. Samuelsen

Mynd: Óli G. Samuelsen

##med2##

Óli G. Samuelsen hevði tveir gestir í sendingini Flogbóltspanelið á FM1 seinnapartin.

Fyrri gesturin var serbiska Nikolina Alter, ið hevur eina fortíð í ÍF og Drátti í bestu føroysku kvinnudeildini.

Nikolina Alter hevur seinni árini roynt eydnuna í finskum flogbólti, har hon hevur spælt við Pieksämäki Volley. 

Nikolina Alter, ið er vorðin 38 ára gomul hevur valt at gevast at spæla flogbólt á hægsta støði. Hóast støðið í Føroyum ikki var tað hægsta, so er hon sera fegin um tey fýra árini hon spældi við ÍF og við Drátti.

Óli G. Samuelsen fekk orðið á Nikolinu Alter, ið hevði frætt um føroysku luttøkuna í NEVZA kappingini, ið var í Finnlandi í farna mánað, og nýtti Nikolina høvið at heilsa uppá.

Seinni gesturin hjá Óla var formaðurin Í FBF, Magnus Tausen. Óli og Magnus umrøddu broytta kappingarleistin.

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra sendingina. 

Mynd: Óli G. Samuelsen

(Flogbóltspanelið. Gestir: Nikolina Alter og Magnus Tausen)