Fractura nasi á donskum

Nógv umtalaða bókin hjá Høgna Mohr, Fractura nasi, kemur nú út á donskum. Hon hevur fingið heitið ’Rejse for livet’

Fractura nasi var í 2017 mest selda bók í Føroyum. Hon er ein tilverulig og samfelagslig ferðafrásøgn úr Føroyum skrivað av rithøvundinum og journalistinum Høgna Mohr. Fleiri føroyskir ummælarar góvu henni stóra viðurkenning.

Bókin handlar um, at Høgni Mohr spontant fer avstað í allar bygdir og allar oyggjar í Føroyum. Høvuðsmotorurin á 1.300 kilometra longu ferðini er leitanin eftir svarinum upp á avbjóðingar sum sorg, svik og skilaleysar siðvenjur. Hjálparmotorurin hevur tríggjar hestar: humor, atfinningarsemi og ta sváru líðingarsøguna.

Høvundurin súkklar sum sagt í øllum 18 oyggjunum gjøgnum allar býir og allar bygdir landsins.

Tilsamans súkklar hann 1300 kilometrar. Á leiðini viðger hann millum annað sína egnu sorg og tað, sum hann heldur vera skilaleysan journalistikk.

Bókin er ein ferðafrásøgn, men hon er eisini ein djúp, bersøgin og nemandi ferð inn í hansara egna lív og upphav. Og hann er rættiliga opinskáraður um seg sjálvan, sínar fyrrverandi starvsfelagar og síni nærmastu.

##med2##

Á donskum hevur bókin fingið heiti ’Rejse for livet’, og tað er Kirsten Brix, ið hevur týtt. Bókin kemur út 15. november, og tað er Amanda Books, ið gevur út.

Tveir føroyskir ummælarar siga soleiðis í donsku útgávuni um bókina:

”Veldrejede fortællinger på et veldrejet sprog. En historie, der forener det lette og tilgængelige med et akkompagnement af tunge hammerslag, hvadenten temaet er politisk eller alment menneskeligt, smalt eller bredt, frækt eller blødt. (Carl Jóhan Jensen, forfatter)

”Sikke en pen! Forfatteren besidder både kraft og følsomhed, kløgt og en livsglæde, som vi ikke kan undvære.” (Turið Sigurðardóttir, professor i litteratur)

Bókin er eisini seld til filmsframleiðslu.