Fráfarandi formaðurin í SEV við inniligari áheitan um betri og haldbart stev á elorkuøkinum

Á eykaaðalfundi í SEV 19. februar nýtti fráfarandi formaðurin John Zachariassen høvið at koma við inniligari áheitan á myndugleikarnar, kommunurnar og SEV um at finna felags haldbart stev á elorkuøkinum

Kæru eigarar og áhoyrarar.

Á seinasta degi í hesi setuni setir fráfarandi nevndin sjóneykuna á skipanina av elorkuøkinum fyri síðan at koma við eini áheitan.

Open-door útboðið, sum var kunngjørt síðst í januar mánaði, er eitt rættuliga ógvusligt dømi av fleiri, um grundleggjandi ósemjur millum Umhvørvisstovuna og SEV. Knortluta samstarvið millum partarnar skumpar skiftið frá olju til varandi orkukeldur á eina óforsvarliga kós, tá ið hugsað verður um veitingartrygdina, sum SEV sambært lóg hevur ábyrgdina av. Fyri okkum sum elbrúkarar merkir ein verri veitingartrygd millum annað, at vandin fyri umfatandi streymslitum økist.

Landspolitikarar og Umhvørvisstovan meta í hesum føri, at lýsast skal eftir umsøkjarum til loyvi at seta upp vindmyllur á Gellingarkletti júst nú fyri at fáa fleiri vindmyllur við í elframleiðsluna. Umhvørsvisstovan lýsir eftir umsøkjarum, áðrenn hon hevur ráðført seg við SEV, sum elveitingarlógin tilskilar. Hinvegin vísir serkunnleikin í SEV á høpisleysar tekniskar og fíggjarligar avleiðingar av, at fremja útboðið á júst Gellingarkletti júst nú, tí í sama øki er sum kunnugt frammanundan ein vindmyllulund og Magn fer eftir ætlan at seta eina stóra vindmyllulund upp har aftrat tí verandi í komandi ár.

SEV hevur seinastu árini gjørt fleiri nágreiniligar kanningar og frágreiðingar um, hvussu byggjast kann út á framleiðslusíðuni, soleiðis at elframleiðslan á landi kann gerast 100% grøn í 2030. Í fleiri førum eru frágreiðingar gjørdar í samstarvi við Umhvørvisstovuni. Tí er tað ein margháttlig støða, at Umhvørvisstovan nú tulkar kanningarnar og umstøðurnar til at tala fyri einum útboð á Gellingarkletti, samstundis sum SEV hinvegin vísir á tað øvugta útífrá somu kanningum umframt eini dagførdari lýsing av støðuni í økinum Hoyvíkshagi, Flatnahagi og Húsahagi.

Vindorkuútboð hava verið og eru merkt av kærum og rumbli. Samskiftið og helst mangul upp á tað sama millum SEV og Umhvørvisstovuna vísir eisini vantandi virðing. Ein kann spyrja, hvussu ósemjurnar kunnu vera so stórar, tá ið kommunur við SEV, løgting, landsstýrið, Umhvørvisstovan hvør sum ein siga seg arbeiða fyri sama máli, sum er, at elorkan í Føroyum í minni og minni mun skal stava frá olju; og tá ið Umhvørvisstovan og SEV í felag hava arbeitt við ætlanum fyri, hvussu el-orkan kann loysast frá oljuni?

Landsstýrið saman við Umhvørvisstovuni og kommunurnar saman við SEV mugu finna loysnir og gongdar leiðir burtur úr kløtrinum og naggatódnini. Samskiftið og álitið partanna millum hevur tørv á kreppuhjálp, so virðing og álit kann endurskapast. Fráfarandi nevndin í SEV hevur ta áskoðan, at Føroyar hava uppiborið eina betri samskipan av elorku-økinum, so minni tíð fer til spillis og at øll arbeiðsorkan, sum verður løgd í virkisøkið, betri kann koma til sín rætt og gera mun og føra til dygdargóð úrslit. Tí heitir fráfarandi nevndin her sum tað seinasta, inniliga á Føroya løgting, landstýrið, Umhvørvisstovuna og kommunurnar saman við SEV um at finna eitt felags og haldbart stev á elorkuøkinum.

 

Vegna nevndina í SEV

John Zachariassen, nevndarformaður