Fráfarin stovnsleiðari: -Vit fáa toppstyrdan pedagogikk

- Eg eri sjálv farin av økinum, hóast eg veit, at eg enn havi nógv eftir at geva, havi nógva vitan og nýggjan vælskikkaðan yvirbygnað, sigur Majbritt Jacobsen

Seinasta árið hava seks dagstovnaleiðarar sagt seg úr starvi í Tórshavnar kommunu. Ein teirra er Majbritt Jacobsen, leiðari í Býlingshúsinum millum Gilja í Hoyvík, sum segði seg úr starvi 31. oktober. – dagin eftir, at býraðið hevði samtykt broytingarnar í leiðslubygnaðinum. Hetta merkir í stuttum, at sjey til átta stovnar verða skipaðir sum stovnar í eind undir einum eindarleiðara.

 

- Eg eri sjálv farin av økinum, hóast eg veit, at eg enn havi nógv eftir at geva, havi nógva vitan og nýggjan vælskikkaðan yvirbygnað. Eg fari, tí leiðslan í kommununi setur í verk ein pedagogikk, sum ikki samsvarar við siðvenju, sigur Majbritt Jacobsen. 

 

Hon fýlist - sum aðrir fráfarnir leiðarar og námsfrøðingar í kommununi – á kommununa, og heldur, at høvuðsraðfestingin hjá kommununi átti at verið at játta neyðugu fígging og víst arbeiðinum hjá námsfrøðingunum og stovnsleiðarunum virðing og givið teimum arbeiðsfrið, so tey fáa ment og mentað børnini.

 

- Kommunan hevur ferð eftir ferð sagt, at eindarleiðslan verður ein hjálp til stovnsleiðararnar. Hesum eri eg grundleggjandi ósamd í. Tí tað, sum sagt verður er, at leiðarar ikki megna sítt arbeiði. Tá man velur at seta seg í ein leiðarastól, skal man hava pondus, og hevur man tørv á at verða leiddur, so skal man ikki søkja eitt leiðarastarv. Hetta er orsøkin til, at nógvir av teimum sterku leiðarunum nú hava sagt seg úr starvi, sigur hon hvassliga.


Majbritt Jacobsen sigur, at tað er sera torført hjá henni at góðtaka, at stovnsleiðarar nú skulu býta ábyrgdina av stovninum við ein deildarleiða, sum er eitt millumlið millum stovnsleiðara og kommununa.

 

- Sum leiðari havi eg ábyrgd av, at míni starvsfólk trívast, mennast og hava góð tilboð í gerandisdegnum. Tá eindarleiðslan verður sett í verk, skal eg saman við eindarleiðara hava fíggjarliga og menningarliga ábyrgd av økinum. Men hvør hevur so skyldina, tá eg ikki havi røkt starvið nóg væl, spyr hon. Tá er lætt hjá mær at tveita ábyrgdina á eindarleiðarin, sum gav mær boðini. Tá ábyrgd verður útlutað, so hevur eingin ábyrgdin, sigur hon.

 

- Orsøkin til mína uppsøgn er, at vita fáa toppstyrda námsfrøði, tá eindarleiðslan verður sett í verk, sigur fráfarni leiðarin.