Sonja Klein byrjaði í starvinum sum sóknarprestur í Suðurstreymoyar eystara prestagjaldið í februar 1994 og er tískil ein av teimum prestunum, sum hava sitið longst í starvi í prestagjaldinum.
Nú hon fer frá fyri aldur, hevur hon sagt farvæl í teimum ymisku kirkjunum í sóknini, millum annað í Nólsoy og í Hoyvík, sum fyrr hoyrdi til prestagjaldið, men nú er egið prestagjald.
Í sambandi við gudstænastuna í dag syngur Tórshavnar kamarkór. Kórleiðari er Bernharður Wilkinson. Eftir gudstænastuna verður kaffimunnur í Kirkjustovu.