Fráfaringarløta á Vørn í dag

Í dag verður fráfaringarløta á Vørn. Elmar Højgaard, sum hevur verið stjóri á Fiskiveiðieftirltinum siðani 1997 og á samanlagda stovninum Vørn síðani 2013, og Jens Midjord, eru farnir úr starvi.

Elmar Højgaard og Jens Midjord gevast vegna aldur. Fráfaringarløta verður fyri teimum á Vørn seinnapartin í dag

Elmar Højgaard og Jens Midjord gevast vegna aldur. Fráfaringarløta verður fyri teimum á Vørn seinnapartin í dag

Elmar Højgaard, sum er 70 ára gamal, er farin frá fyri aldur, og nýggjur stjóri er Óli Hans Olsen.

Tað var í 2013, at tilbúgvingarstovnurin MRCC/Tórshavn Radio og Fiskiveiðueftirløti løgdu saman, og Elmar Højgaard gjørst stjóri hjá Vørn.

Tað starvast um 80 fólk hjá Vørn, sum er stovnur undir Fiskimálaráðnum. Høvuðsøki hjá stovninum fiskiveiðueftirlit og bjarging á sjónum.

Í sambandi við at Elmar Højgaard og Jens Midjord gevast vegna aldur verður skipað fyri almennari móttøku í dag á Hjalla 9 frá klokkan 14 til 16.

Elmar Højgaard og Jens Midjord gevast vegna aldur. Fráfaringarløta verður fyri teimum á Vørn seinnapartin í dag