Frakt og Sandsølan yvir 6,6 milliónir í avlopi

Rakstararavlopið hjá Sp/F Frakt og Sandsøluni í fjør var upp á 6,62 milliónir krónur, og fíggjarstøðan vísti eina eginogn upp á góðar 17 milliónir krónur.

Tað er eitt úrslit, sum leiðslan í felagnum er nøgd við, og sum er á leið tað, sum leiðslan hevði væntað. Tað sæst at lesa í ársroknskapinum sum er kunngjørdur á www.vinnuvitan.biz
Leiðslan í felagnum væntar, at úrslit felgastins fyri í ár verður á sama støði, sum í fjør.
– Starvsfólk felagsins við teirrra vitan innan flutningsvinnu eru av stórum týdningi fyri raksturin og menningina av felagnum. Leiðslan roynir støðugt at ansa eftir at hava starvsfólk við teimum røttu førleikunum til tær ymsu uppgávurnar, skrivar felagið.

Felagið skrivar eisini, at felagið og flutningsvinnan javnan verða merkt av fíggjarligu gongdini í heiminum.

– Útsving í oljuprísinum er ein váði, samstundis sum onnur viðurskifti, so sum havarí. Felagið metir ikki, at váðin er so stórur viðvíkjandi fraktratum, tí felagið hevur partvíst fastar kontraktir at sigla eftir. Hesar kontraktir eru longur enn trý ár fram. Longu kontraktirnar gera, at felagið betri er ført fyri at leggja til rættis arbeðið eftir fortreytunum, sum eru, skrivar felagið í ársfrásøgnini.

Bruttovinningurin hjá Sp/F Frakt og Sandsøluni í fjør var 47,6 milliónir. Felagið hevur 98 fólk í starvi og rindaði 3,05 milliónir í vinningsbýti.