Framleiða 80 ymiskar vørur

Looknorth í Klaksvík hevur saman við føroysku vinnuni ment fleiri hugskot til veruleika. Higartil eru 80 vørur á listanum, men stjórin, Árni Skaale, hevur framvegis fleiri hugskot, ið hann vil menna. Fyritøkan hevur júst skrivað undir avtalu at keypa vinnuøki á Borðoyarvík

Árni Skaale, stjóri í Looknorth, greiðir frá framleiðsluni í fyritøkuni í Klaksvík (Mynd: Álvur Haraldsen)

Árni Skaale, stjóri í Looknorth, greiðir frá framleiðsluni í fyritøkuni í Klaksvík (Mynd: Álvur Haraldsen)

– Vit hava tørv á størri plássi – bæði til fleiri maskinur, men eisini til goymslu, sigur Árni Skaale, stjóri í Looknorth.

Høvuðsframleiðslan í fyritøkuni er teir sokallaðu flamingokassarnir – EPS kassar – ið Hiddenfjord nýtir, tá ið laksur verður fluttur út av landinum. 

– Um tað gongur væl, og nógvur laksur verður tikin eina viku, so verður okkara goymsla tømd tríggjar ferðir, sigur stjórin.

Úr Danmark til Føroya at stovna fyritøku

Árni Skaale er framleiðsluverkfrøðingur, og hann hevur bæði lært og arbeitt uttanlands í fleiri ár. Har fekk hann millum annað hugskot og kunnleika til tað virksemi, sum hann nú hevur arbeitt við í góð 19 ár.

– Vit høvdu tosað saman um hetta áðrenn, og 1. mai í 2000 klokkan 15 kom eg heim við flúgvara, og sama kvøld klokkan 19 var stovnandi fundur. Um ólavsøkuleitið sama ár varð byrjað at byggja, og 19. februar í 2001 fór framleiðslan í gongd. Eina viku seinni vórðu fyrstu vørurnar seldar, sigur stjórin.

Síðani hevur tað gingið spakuliga framá. Í 2011 keypti fyritøkan grannabygningin, og í 2016 vórðu bygningarnir bygdir saman.


Byggja á Borðoyarvík 

Fyritøkan hevur 2100 fermetrar at ráða yvir. Men nú skulu hølini tvífaldast.

– Vit hava keypt eitt stykki á Borðoyarvík, sum er 8600 fermetrar til støddar. Vit fara at byggja ein bygning, ið eg vænti verður góðar 4000 fermetrar til støddar, sigur Árni Skaale.

Tað ganga tó fleiri ár, til Looknorth flytur í nýggj høli. Stykkið verður ikki klárt frá kommunurnar síðu fyrr enn í fyrsta lagi í august komandi ár, og síðani skal útstykkjast og byggjast. Endaligar tekningar eru heldur ikki gjørdar. Stjórin roknar við, at tað tí fara at ganga eini trý ella fýra ár, áðrenn teir flyta inn í nýggjan bygning.

Lesið alla samrøðuna við Árna Skaale í Vinnuni, sum liggur sum ílegg í vikuskiftissosialinum. Blaðið fæst til keyps í sølubúðum kring landið.

Árni Skaale, stjóri í Looknorth, greiðir frá framleiðsluni í fyritøkuni í Klaksvík (Mynd: Álvur Haraldsen)