Framsýning við 200.000 ormum

200.000 mjølormar tyggja seg ígjøgnum plastikk í performance-framsýningini MASS - bloom explorations 20.-22. oktober

20.-22. oktober verður ein heldur øðrvísi framsýning í Norðurlandahúsinum. Til framsýningina vera 200.000 mjølormar og ein dansari í einum kupli, og mjølormarnir eta plastikk, meðan ein dansarin flytur seg millum teir, uttan at skaða teir.

Norðurlandahúsið greiðir soleiðis frá:

– Nógv halda at mjølormar eru ólekkrir og seta teir í samband við rot, men faktisk kunnu teir eta og sodna plastikk. Plastikk, sum vit menniskju tveita burtur, og sum dálkar. Munnu ormarnir í longdini kunna vera við til at hjálpa okkum við okkara umhvørvistrupulleikum? 

Framsýningin kallast MASS - bloom explorations. Verkið er gjørt av Recoil Performance Group úr Danmark. Tað er ókeypis at vitja, men krevur tilmelding á nlh.fo vegna koronu.