Franskur leikstjóri tikið stuttfilm upp í Føroyum

Tú kanst síggja filmin "Føroyar" her

"Sova vit enn, ella eru vit vaknað?"

Tað er spurningurin, sum verður settur í einum bergtakandi stuttfilmi, sum franski leikstjórin Stéphane Ridard hevur gjørt um Føroyar. Filmurin gjørdist tøkur á internetinum í gjár. 

Í filminum fylgja vit einari ungari kvinnu, sum ferðast í Føroyum.

Í hesum sambandi hoyra vit um hennara tankar, sum hon fær av føroysku náttúruni, og aftrat hesum eru flottar dronumyndir av kavakløddu Føroyum.  

Filmurin hevur heitið "Føroyar", og til ber at síggja hann her:

##med2##

FØROYAR