Frásøgn um ófrælsi

Kinna Poulsen ummælir á listaportal.com framsýning, sum í hesum døgum er í 

Müllers Pakkhúsi í Havn, har Guðrið Poulsen ogRannvá Holm Mortensen sýna fram. Heitið er Salt jarðarinnar – jarðarinnar salt.

Tað snýr seg um paradísið øðrumegin, og ivan og angistina fyri tí ókomna hinumegin. - Salt er universalt - tað finst jú allastaðni í eplagrýtum, í tárum og í sjógvi og tí er salt eisini mikið brúkt myndamál um samanhangin millum menniskjað og jørðina - av eini ella aðrari orsøk er hetta serliga populert millum listakvinnur og kvinnuligar yrkjarar. Sonevnda hydrofeminisman tekur støði í samanhanginum millum kroppin, sum er 80% úr vatni) og jørðina, har umleið 71% av jørðini er vatn, skrivar ummælarin millum annað.

Performanceframførsla við trummum og oratoriskt frambornum teksti um salt og hetta hildu mong vera herligt og djarvt. Performance er eitt listaslag millum myndlist og leiklist, ið saman við happenings var nógv brúkt í teimum antimaterialistisku og idealistisku hálvfjersunum. Listaslagið er eisini nógv frammi í okkara idealistisku og antimaterialistisku samtíð, ið eisini hálovar antimateriu, ið jú ikki slítur uppá planetina. Sjálv gleði eg meg til hetta rákið er av. Performance er so serligt - tað krevur dramatisk evni og royndir at fanga núið á palli og tað hava myndlistafólk sera sjáldan, skrivar Kinna Poulsen millum annað.

Ummælið kann lesast á listaportal.com.