(Mynd: thetimes.co.uk)

Freistin nærkast

Nú er um at vera tíð at send inn umsóknir til Fróðskaparsetrið.

Komandi hóskvøld 12. februar verður skipað fyri almennari kunning um útbúgvingarnar á Setrinum, hesaferð í Suðuroy.

 

Talið av lesandi á Fróðskaparsetrinum hevur verið støðugt vaksandi seinastu árini. Í skúlaárinum 2013-2014 vóru ikki færri enn 911 lesandi skrásett á Fróðskaparsetrið Føroya, sum er næstan tvífalt so nógv sum í skúlaárinum 2004/2005.

 

Nú umsóknarfreistirnar nærkast, fara umboð at kunna um útbúgvingarmøguleikar á setrinum, sum hesuferð verður á Seglloftinum á Tvøroyri. Fróðskaparsetrið hevur ásett umsóknarfreistina at søkja upptøku til fak á Fróðskaparsetur Føroya eftir kvotu 2 skipanini er mikudagin 15. apríl, meðan umsóknarfreistin eftir kvotu 1 er mikudagin 1. juli.