Friðingin á Føroyabanka er miseydnað

Hóast Føroyabanki hevur verið friðaður fyri vinnuligari fiskiveiði í 12 ár, er sambært fiskifrøðingum framvegis ikki grundarlag fyri at loyva vinnuligari veiði á Bankanum.

 

 

- Føroyabanki hevur verið stongdur fyri vinnuligum fiskiskapi í 12 ár. Endamálið við friðingini er at fáa toskastovnin uppaftur. Royndir verða gjørdar nú um dagarnar. So lítið av toski er at fáa, at teir kunnu teljast á einari hond hvønn dag, sum fiskað verður.

Tað skrivar kendi og dugnaligi skiparin á frystilínuskipinum, Kambi, Mortan Mortensen á sínari Facebook-síðu. Hann vísir eisini á, at samstundis, sum eingin toskur vísir seg at vera á Bankanum, er rokfiskiskapur eftir hýsu og longu.

- Í mai í 2008, áðrenn fiskifrøðingarnir stongdu Føroyabanka, vóru vit har úti. Tá fingu vit umleið eitt tons av toski um dagin. So, vit kunnu siga, at friðingin av Bankanum er eitt miseydnað eksperiment hjá Havstovuni.

Og víðari sigur skiparin á Kambi soleiðis:

- Eg eri vísur í, at hesi 12 árini, sum Bankin hevur verið stongdur, høvdu nógvir stórir túrar verið gjørdir hvørt ár, um loyvt hevði verið at fiskað. - Hýsunar er so stórar, at nógv helst doyr av elli.

Mortan Mortensen kemur tí við einari áheitan á Havstovuna og politiska myndugleikan at aftur at loyva vinnuligari fiskiveiði á Føroyabanka, og tað ongantíð ov skjótt.

Á tráðnum á Facebook-síðuni hjá skiparanum viðmerkja eisini tveir aðrir skiparar. Annar er skiparin á rækjutrolaranum, Arctic Viking, Bjarni Petersen, sum setir spurningin um, hvat hevði hent, um ein hagi varð friðaður í 12 ár. - Hvat hevði hent? spyr hann.

Ein annar skipari, sum viðmerkir, er Hjaltur Poulsen, sum hevur gjørt royndir á Føroyabanka við frystilínuskipinum, Ågot. Hann skrivar soleiðis: - Ja, Mortan. Vónandi gongur ikki alt ov long tíð, til línuskip aftur sleppa á Bankan.

##med2##

 

 

Mortan Mortensen er skipari á frystilínuskipinum, Kambi.