Fríðking og útgrevstur til íbúðir

Útgrevstur fyri íbúðarøkinum á Toftum, har Bústaðir skulu byggja fleiri leigu-og lutaíbúðir, byrjar fyrsta dagin.

Sámalsgil er økið millum syðsta partin av Høganesvegi, sum gongur inn undir Høganes og landsvegin.

Sámalsgil er økið millum syðsta partin av Høganesvegi, sum gongur inn undir Høganes og landsvegin.

- Í hesum døgum verður gjørt klárt til at fríðka Sámalsgil á Toftum, og hetta er ein ætlan, sum vit hava havt í kvittanum leingi, vita tey í Nes kommunu at siga í dag.

 

Sámalsgil er økið millum syðsta partin av Høganesvegi, sum gongur inn undir Høganes og landsvegin. Í løtuni verða drenrør og onnur rør løgd, áðrenn mold verður planerað á økinum.

 

Útgrevstur fyri íbúðarøkinum á Kneysum, har Bústaðir skulu byggja fleiri leigu-og lutaíbúðir, byrjar fyrsta dagin, og partur av moldini skal brúkast til útfylling í Sámalsgil.