Fríðrikskirkjan 25 ár

1. sunnudag í advent í 1994 vígdi Hans Jacob Joensen, biskupur, Fríðrikskirkjuna á Toftum. 25 ára dagurin verður hátíðarhildin komandi sunnudag, sum eisini er fyrsti sunnudagur í advent

Klokkan 11 verður hátíðargudstænasta. Umframt Ova Brim, sóknarprest, vera
Martin Restorff Jacobsen og Jónsvein Bech, fyrrverandi sóknarprestar í Nes prestagjaldi, við til gudstænastuna. Kirkjukórið syngur.

Aftaná gudstænasta eru øll boðin til døgurða í kirkjukjallaranum.

Klokkan 18 verður sangløta í Fríðrikskirkjuni, har tað verða nógvar fjølbroyttar framførslur. Kirkjukórið, VOX, The Gadders, Taborkórið og Martin og Tóri R. Jacobsen syngja.

Aftaná bjóðar kirkjan til drekkamunn í kirkjukjallaranum.