Frítíðarætlan fyri korona-summarið 2020 í høvuðsstaðnum

Vinnunevndin mælir til at gera eina frítíðarætlan fyri korona-summarið 2020 í høvuðsstaðnum. Endamálið er at útbyggja møguleikarnar at njóta summarið í høvuðsstaðnum. Heitt verður á borgarar at koma við hugskotum

 

 

Korona áleggur okkum at vera heima í alt summar, og tað merkir, at tað m.a. verður her í høvuðsstaðnum, vit skulu halda okkara summarfrítíð.

Í hesum sambandi havi eg lagt uppskot fyri vinnunevndina um, at Tórshavnar býráð ger eina ætlan at dagføra og útbyggja møguleikarnar hjá okkum øllum at njóta frítíðina í høvuðsstaðnum og í náttúruni kring høvuðsstaðin.

Tað snýr seg m.a. um at seta upp fleiri beinkir og borð úti í náttúruni, seta upp fleiri spælipláss, gera tað møguligt at svimja á sjónum undir tryggum umstøðum við skiftirúmum og brúsum uppi á landi. Tað er bert hugflogið, sum setir markið, so vinnunevndin sóknast eftir fleiri hugskotum at seta inn í eina slíka ætlan. 

Vit vilja fegin hava borgararnar við í hesa ætlan. Øll eru vælkomin at skriva hugskot inn á [email protected], og nevna teldupostin ”Korona-summarið 2020”. Hugskotini verða síðani viðgjørd nærri í einari yvirskipaðari ætlan.

Vinnunvendin hevði fund í gjár, har nevndin mælti til, at ein skjóttarbeiðandi arbeiðsbólkur undir stjórnarskrivstovuni við umboðum fyri mentamáladeildina, býarskipanardeildina og Visit Tórshavn ger uppskot til frítíðarætlan fyri ”Korona-summarið 2020”. Ein ætlan, sum kann førast út í lívið uttan langar fyrireikingar. 

Talan skal vera um skjótar loysnir, ið bera væl til, og sum allir borgarar í Tórshavnar kommunu, ja allir føroyingar, kunnu fáa ágóðan av í summar. Haldið tykkum ikki aftur at skriva hugskot inn á [email protected].

 

Bogi Andreasen, formaður í vinnunevndin

Tórshavnar býráð