Fróði kappast við Champions League finaluna

Fróði Hansen hevur útgávukonsert í Reinsarínum í kvøld

Fróði Hansen hevur í kvøld útgávu konsert í Reinsarínum. Hetta er samstundis sum Tottenham og Liverpool spæla Champions League finaluna í fótbólti. Men fótbóltur er ikki alt, sigur Fróði Hansen við einum brosi.

- Um tú ert ein av teimum fáu í Føroyum, sum ikki heldur við Liverpool, so er at koma oman í Reinsaríið klokkan 20. Har fara eg, Mattias Kapnas, Bartal Augustinussen og Per I. Højgaard Petersen at framføra føroysku útgávuna Hola. Vit spældu í gjár í Tøting fyri fullum húsi, og eg kann lova, at tónleikararnir í bólkinum sparka reyv, sigur Fróði Hansen á Facebook.

##med2## 

Hola er fyrsta útgávan hjá Fróða við føroyskum teksti. Einans 200 LP plátur eru gjørdar, og tað verður møguligt at ogna sær LP plátuna til konsertina í Reinsarínum.

Fródi - Hola