Fróði úti við føroyskari útgávu

Fróði Hansen hevur júst latið frá sær sína fyrstu føroysku útgávu

Fróði Hansen hevur júst latið frá sær sína fyrstu føroysku útgávu. Útgávan kallast Hola og kann nú hoyrast á Spotify og øðrum talgildum miðlum. Hola kemur eisini út í fysiskum formati, men tað verður ikki sum fløga. Hola verður nevnliga útgivin sum LP pláta tann 25. mai, og verður seld í Tutl handlinum og á ymisku konsertunum, sum Fróði og bólkur hansara spæla í summar.

Bárður Dal Christiansen hevur staðið fyri at gera plátuhúsan. Hola bleiv innspæld í Studio Bloch í fleiri umførum í 2018. Fróði eigur øll løgini og tekstirnar, og í samstarvi við Mattias Kapnas, er tónleikurin lagdur til rættis í Sandavági, áðrenn farið hevur verið í Studio Bloch at innspæla.

##med2##

Fólk, ið hava tikið lut í skapanini av Hola:

Theodor Kapnas hevur ljóðblandað útgávuna og staðið fyri upptøkunum

Tony Lindgren hevur mastrað

Bárður Dal Christiansen hevur gjørt plátuhúsan

 

Tónleikarar:

Mattias Kapnas: klaver, moog, rhodes, orgul og trummumaskinu

Fróði Hansen: sang og slagverk

Andreas Tykjær Restorff: sello

Per Ingvald Højgaard Petersen: trummur

Unn Paturson, Guðrið Hansdóttir og Eyð Steinbjørnsdóttir: kór

 ##med3##

Konsertkalendarin hjá Fróða og bólki hansara í summar sær soleiðis út:

25. mai útgávudagur í Tutl Handlinum

29. mai Maggies

30. mai Gamli Skúli í Sørvági

31. mai Tøting

1.juni Reinsaríið

27. Juli Ostahúsið

Fródi - Hola

Fródi - Recording Hola