Fróði við gomlum myndum úr Skopun

Fróði Hansen hevur lagt eldri myndir frá Skopun til lagið "Løtan Varir Við"

Ein av myndunum, sum Fróði Hansen hevur funnið fram. Frederikke Marie Poulsen (Gikka) og Steingrím Poulsen (Gimme)

Ein av myndunum, sum Fróði Hansen hevur funnið fram. Frederikke Marie Poulsen (Gikka) og Steingrím Poulsen (Gimme)

Fróði Hansen er uppvaskin á Argjum og er av tónleikafamilju, men hann hevur eisini røtur úr Skopun, har hann hevur yvirtikið húsini hjá abbanum og ommuni, Steingrím Poulsen (Gimme) og Frederikke Marie Poulsen (Gikka). Tað hevur givið íblástur til eitt nýtt sjónbandalag til sangin "Løtan Varir Við".

##med2## 

Fróði Hansen lat í summar frá sær føroysku heildarútgávuna Hola. Hann spældi fleri konsertir í Føroyum og gav út sjónbandaløg í samband við útgávuna. Nú hevur Fróði samstarvað við Brian Samson, sum hevur gjørt eitt serstakt myndavideo til fjórðu skering á Hola, ið kallast "Løtan Varir Við". Her eru ymiskar myndir úr Skopun settar saman, sum Fróði hevur leitað fram.

##med3##

Gimme var timburmaður og snikkari. Fróði Hansen hevur eina ætlan um at gera verkstaðið hjá abbanum um til eitt tónleikastudio, og ætlanin er at flyta saman við familjuni til Skopun, tá tað verður koyrandi til Sandoynna.

##med5##

Næstu ferð Fróði og manning hava konsert verður leygarkvøldið 28. desembur í Reinsarínum, og á vári í 2020 er ein tónleikaferð í Russlandi fyri framman.

##med4##

Ein av myndunum, sum Fróði Hansen hevur funnið fram. Frederikke Marie Poulsen (Gikka) og Steingrím Poulsen (Gimme)

Fródi - Løtan Varir Við

Steingrím Poulsen (Gimme)

Her sæst Steingrím Poulsen (Gimme) á verkstaðnum, sum Fróði nú hevur ætlan um at gera til eitt tónleikastudio