Fronsk skipasmiðja byggir fleiri línubátar

Talan er um tilsamans átta bátar til eitt reiðarí í fjarskotnum landi millum Avstralia og Ný Guinea.

Teir fyrstu línubátarnir í nýggju røðini vórðu leveraðir á heysti í 2019. Mynd: Piriou

Teir fyrstu línubátarnir í nýggju røðini vórðu leveraðir á heysti í 2019. Mynd: Piriou

 

Franska skipasmiðjan Piriou læt í desember síðsta ár tríggjar nýggjar línubátar til reiðaríið, Navimon I Noumea í Melanesia, sum liggur millum Avstralia og Ný Guinea.

Hetta vóru tríggir av tilsamans átta línubátum, harav tveir aðrir longu eru bygdir og leveraðir. Nú eru so tríggir eftir at byggja, áðrenn samlaði sáttmálin hjá fjarskotna reiðarínum er fullførdur.

Hesir átta línubátarnir koma í staðin fyri eina røð av bátum, sum sama skipasmiðja í Fraklandi bygdi til felagið árini 1998 og 2000.

Nýggju línubátarnir eru 20,7 metrar langir, og breiddin er 6,9 metrar. Høvuðsmotorurin er ein 340 kW. Lastin er á 50 rúmmetrar við køling niður á 0 stig, og 25 rúmmetrar við køling niður á minus 20 stig.

Kystmagasinet.no, sum skrivar um sáttmálan millum reiðaríið og fronsku skipasmiðjuna, veit at siga, at fyrstu línubátarnir í nýggju røðini vóru leveraðir á heyst í 2019. Teir hava riggað væl og verða brúktir til veiði eftir tunfiski.

Teir fyrstu línubátarnir í nýggju røðini vórðu leveraðir á heysti í 2019. Mynd: Piriou