FRUM er kanónin hesa vikuna

- Ein spælisjúkur poppsangur við einari heilt serligari 80’ara-sjarmu. Tað kann mann jú ikki siga nei til, ljóðar tað frá einum av DR vertinum, sum hevur valt føroysku sangarinnuna út hesa vikuna

 

KarriereKanonen er eitt konsept hjá Danmarks Radio, sum fagnar nýggjum donskum tónleiki við menningarmøguleikum. Hvørja viku verður ein sangur valdur út, sum verður kallaður “Ugens Kanon”. 

Hesa vikuna hava tey valt eitt lag hjá FRUM, sum er ein tónleikaverkætlan hjá føroysku Jenný Kragesteen - talan er um nýggja lagið Ocean.

Tað eru P3-verturin Pelle Peter Jensen og Casper Bach Hegstrup frá P6 BEAT, sum velja vikuligu kanónina. Kendi verturin Pelle Peter Jensen sigur soleiðis um FRUM:

- Ein spælisjúkur poppsangur við einari heilt serligari 80’ara-sjarmu. Um mann blundar, sær mann Oh Land og Robyn saman í Tivoli við einari fløsku av hvíttvíni, candyfloss og varrastift á. Tað kann mann jú ikki siga nei til!

Hoyr lagið her:

##med2##

Frum: Ocean