Fryst egg skula kunna goymast longur

Kvinnur sum velja at frysta teirra egg skula hava møguleikan at goyma tey longur enn 10 ár, hetta siga bretskir gitnaðarlæknar.

Kvinnur sum velja at frysta teirra egg skula hava møguleikan at goyma tey longur enn 10 ár, hetta siga bretskir gitnaðarlæknar. 

Í Onglandi vilja fólk hava at lógin um at frysta egg skal broytast, serliga er hetta komi upp á tal tí tað eru fleiri kvinnur, sum hava mist teirra egg eftir at hava goymt tey í 10 ár, tí lógin sigur tey skula burtur tá, hóast tey enn eru fruktbar.

 

 

Tøknin í dag hevur ment seg síðan hendan lógin kom í gildi, hetta vilja forskprákarar móti lógini verða við. Sagt verður, at um ein grensa er á hvussu leingi eggini kunna verða fryst, verða tað færri kvinnur sum hava møguleikan at fáa børn. 

 

 

Sarah Norcross, leiðari á Progress Educational Trust, ein felagsskapur, ið hjálpur fólki við gitnaðar trupulleikum, er ein av teimum trimum »ekspertunum« sum skula møta heilsumálaráðharran Jackie Doyle-Price í dag. 

- Tað er einki lívfrøðiligt grundstøðið í hesari lógini, tað er diskriminerandi fyri kvinnur, at taka  valmøguleikan hvørs tær vilja hava barn ella ikki, áðrenn tær eru klárar at takað tí avgerðina, sigur Sara Norcross.

Um tú hevur fryst tíni egg síðst í tjúgunum, er tað ikki vist at tú hevur ætlanir at nýta tey áðrenn tú ert síðst í tretivunum, eitt tíggju ára mark er ógvuliga knapt, sigur hon.