FSF: - Latið vit og skil ráða

Fyrru semifinalurnar um løgmanssteypið í fótbólti verða spældar í morgin, men ósemja er um nær tær verða spældar

Havnarliðini HB og B36 hava bæði heimadyst í fyrru semifinaludystunum í steypakappingini, ávikavist móti AB og Suðringum.

 

Við tógvið stríð var í gjár ásett, at B36 og Suðringar spæla í morgin klokkan 17 og HB og AB klokkan 20, men hesum vilja Suðringar ikki taka undir við.

 

Formaðurin Julius Vest sigur við Suðuroyarportalin, at Suðringar undir ongum umstøðum fara at spæla nakran dyst fyrr enn klokkan 18. Orsøkin er, at fleiri av leikarunum skulu til próvtøku seinnapartin í morgin og skulu flúgvast við tyrlu til Havnar. Tyrlan kann í fyrsta lagi vera í Havn við teimum klokkan 16.

 

 

Les eisini: Suðringar mótmæla dystaráseting í Gundadali 

 

 

-Okkara spælarar mugu hava somu freist at gera seg til reiðar til dystin, sum mótstøðuliðið, sigur formaðurin hjá Suðringum.

 

Formliga er tað kappingarnevndin hjá FSF, sum ásetir nær dystirnir verða spældir, um semja ikki fæst í lag.

 

-Men tað mugu feløgini finna útav. Tey noyðast at brúka vit og skil, sigur formaðurin í kappingarnevndini, Róin Schrøter.

 

Sum tað sær út nú, so verða broytingar gjørdar. B36-dysturin verður helst spældur klokkan 18 í morgin og so er bert spurningurin um, nær HB-dysturin móti AB verður spældur.

 

Ein endalig avgerð verður tikin seinni í dag.