Kvinnurnar í Norðoyggjum og Havn arbeiða mest

Vinnutíttleikin millum kvinnur í Norðoyggjum og Suðurstreymi er 85,3 prosent. Í ongari aðrari sýslu er vinnutíttleikin millum kvinnur hægri enn 82 prosent.

Hagstovan hevur kunngjørt tøl fyri, hvussu nógv fólk eru vinnuliga virkin í Føroyum. Av teimum 35.300 føroyingunum, sum eru millum 15 og 74 ár, eruum 30.000 vinnuliga virkin. Samlaði vinnutíttleikin er tí 85 prosent, 87 prosent millum menn og 83 prosent millum kvinnur. 

 

Um hugt verður eftir tølunum býtt á sýslur, so sæst, at vinnutíttleikin er størstur í Norðoyggjum og Suðurstreymi við stívliga 86 prosentum. Síðani fylgja Eysturoy, Norðstreymoy og Vága sýsla við 85 prosentum og lægst vinnutíttleiki er í Suðuroy við 79 prosentum og í Sandoyar sýslu við 77 prosentum.

 

Hjá monnum er vinnutíttleikin størstur í Norðstreymi við umleið 90 prosentum, men her er eisini størsti munur milum kynini, tí hjá kvinnum er hann um 80 prosent. Há kvinnum er vinnutíttleikin størstur í Suðurstreymi og Norðoyggjum, og her er hann eisini javnast millum kynini.

 

Í Norðoyggjum og Suðurstreymi, har vinnutíttleikin er størstur, er tað tí í stóran mun kvinnurnar, sum gera munin. Meðan vinnutíttleikin millum menn í Norðoyggum og Suðurstreymi er lægri enn í Eysturoynni, Norðstreymi og í Vágunum, er títtleikin millum kvinnur væl hægri, 85,3 prosent í mun til undir 82 prosentum í hinum støðunum. Í Sandoy er vinnutíttleikin millum kvinnur heilt niðri á 73,6 prosentum.