Funnu 1200 ára gamlar myntir - eru nú dømdir

Sambært NRK góðtaka teir dómin, hóast teir halda, at bøturnar eru stórar.

 

Tveir vinmenn í Noregi, Ole Johan Fuglerud og Joakim Holbæk, eru nú dømdir at gjalda ávikavist 15.000 og 8.000 norskar krónur í bót. Teir eru dømdir fyri brot á lógina um fornminni - ella "kulturminneloven", sum hon kallast á norskum. 

Menninir høvdu útvegað sær ein metaltevjara og vóru farnir at leita eftir gomlum í jørðini, tá teir komu fram á nakrar myntir og aðrar lutir frá umleið ár 800. Teir tóku lutirnar heim við sær og løgdu myndir út á Facebook.

Hendingin fór fram fyri sløkum hálvum øðrum ári síðan, og tað var kommunan, teir búgva í, sum meldaði teir til løgregluna. Ákæra varð reist, og nú eru teir dømdir í málinum og sleppa at rinda hvør sína bót.

Sambært NRK góðtaka teir báðir dómin, og hóast teir halda, at bøturnar eru stórar, eru teir fegnir um, at málið nú er endað.

Fornfrøðingurin hjá umrøddu kommunu í Noregi, Håvard Hoftun, vísti í rættinum til lógina um fornminni og segði, at tað er skylda at boða frá, tá so gamlir og týdningarmiklir lutir verða funnir í jørðini.