Funnu beinagrind av fólki í Hvalba

Tað er nú staðfest, at beinini, sum ein kona kom fram á í Hvalba herfyri, eru mannabein

Tá ið ein kona ein góðveðursdag herfyri fór ein túr oman í mølini í Nesi í Hvalba við lítla soni sínum at spæla eina løtu, komu tey brádliga fram á eina gamla beinagrind, sum stakk út undan bakkanum.

Talan var um nøkur heilt fá bein, sum vóru púra rein og nosslig og høvdu øll tekin um at hava ligið undir mold í...