Funnu eina flogmús á loftinum

Í kvøld varð ein sjáldsamur gestur funnin í einum húsum í Nesi í Hvalba

Tað var ein heldur óvanlig sjón, sum møtti Sigmari Berg Hentze, tá hann hugdi upp á loftið, aftaná systur hansara fortaldi, at ein flogmús var har.

– Systir mín ringdi til mín fyri at spyrja, um flogmús fanst í Føroyum, og eg svaraði ja. Tá bleiv hon kanska eitt sindur kløkk, tí tað var heilt sikkurt ein flogmús á loftinum, fortelur hann.

– Eg vildi ikki heilt trúgva henni og spurdi, um tað ikki kundi vera ein stari ella okkurt, hon hevði sæð. Men nei, tað var altso ein flogmús, greiðir Sigmar Berg Hentze frá.

– Vit fangaðu hana stillsliga við einum glúpi. Og so koyrdu vit hana í ein kassa. Nú hevur hon so fingið frukt og verður sloppin aftur í morgin.

Tað kemur av og á fyri, at flogmýs eru at síggja í Føroyum. Í 1964 varð tann fyrsta flogmúsin skrásett, og síðan tá hava nakrar verið at sæð. Og hetta er heldur ikki fyrstu ferð, at flogmús er funnin í Hvalba, tí hvalbingar hava eftir hondini sæð flogmýs fleiri ferðir - eitt nú í 2009, 2010 og 2014. 

##med2##

Her sæst flogmúsin, áðrenn hon bleiv fangað við einum glúpi og koyrd í ein kassa.

##med3##

Í videobrotinum her síggja vit flogmúsina í kassanum. Í morgin er ætlanin at sleppa henni.

##med4##