Funnu svørðslíðra á havsins botni

Nú skulu serfrøðingar kanna, um slíðrin er gamal, ella um hetta er okkurt tinganest úr øðrum landi.

Myndirnar av svørðslíðranum eru privatar.

Myndirnar av svørðslíðranum eru privatar.

 

Tað vóru faðir og sonur, Tom Strange Beck og 13 ára gamli, Timothy, sum vóru og kavaðu á grunnum sjógvi út fyri Helved á Als, sum funnu svørðslíðran, ið er stívliga 80 sentimetrar langur.

Í fyrstani hildu teir, at hetta var eitt træpetti, sum lá við botnin, men skjótt vísti tað seg, at hetta var ein svørðslíðri úr metalli.

- Tað var sonur mín, ið fann lutin, sum partvís lá fjaldur undir steinum og gróðuri. Eg kavaði niður, og tá eg fekk fatur á lutinum, merkti eg á vektini, at hetta ikki var eitt træpetti, sigur Tom Strange Beck við heimasíðuna - www.jv.dk.

Hann vísir á, at hetta er ein flottur slíðri, men hann ásannar eisini, at hetta kortini ikki nýtist merkja, at talan er um ein søguligan lut við stórum virði. Svørðslíðrin er nú latin einum savni í Suðurjútlandi um Sønderborg Slot.

Fornfrøðingurin og umsjónarmaðurin í Varde, Jens Lauridsen, er varin við sínum metingum um, hvør søgan aftan fyri svørðslíðran er. - Hann sær ikki heimligur út, men kundi heldur havt sín uppruna í Miðeystri. 

Hann vísir á, at slíðrin er úr kopari ella bronsju, og kanska er hann eisini gyltur í støðum. Nakrir steinar eru á slíðranum, men um hetta eru gimsteinar ella steinar úr glasi, dugir hann ikki at siga. 

- Tað er trupult at siga nakað um aldurin, tí hetta kann eisini vera ein tinganest-lutur úr Turkalandi. Tað vita vit ikki, fyrr enn svørðslíðrin er kannaður, sigur fornfrøðingurin og umsjónarmaðurin við www.jv.dk.

##med2##

 

 

 

Myndirnar av svørðslíðranum eru privatar.

Um hetta eru gimsteinar ella steinar úr glasi, dugir fornfrøðingur ikki at siga.