Seinast, hon sá 101 ára gomlu systir sína, hugdi systirin upp og segði: - Ert tú her? Myndina eigur: Annett Bruhn.

Fyllir 107 og bakar sjálv til føðingardagin

Elsta fólk í Varde kommunu í Danmark fyllir nú 107 ár. - Eg hugsi um deyðan hvønn dag, men eg eri ikki bangin fyri at doyggja, sigur hon.

 

Seinast, hon sá 101 ára gomlu systir sína, hugdi systirin upp og segði: - Ert tú her? Myndina eigur: Annett Bruhn.

 

Grethe Pedersen fyllir 107 ár fríggjadagin komandi. Hon er óføra røsk og ger allan sín mat sjálv. Nú føðingardagurin stundar til, hevur hon bakað seks sløg av smákøkum, sandkøku og lagkøku, og nú vantar henni bara fransbreyðið.

Tá borgarstjórin í kommununi við føðingardagin í fjør segði, at tey fóru aftur at síggjast í ár, svaraði hon. - Tað gera vit bestemt ikki.

Men, hin gamla livir enn, og hon livir væl - so væl, at hon ger alt tað húsliga sjálv hóast høga aldurin - og aftur í ár kemur borgarstjórin í kommununi á vitjan hjá Grete Pedersen. 

Men hugsar hin gamla um deyðan? spyr www.jv.dk. - Jú, tað geri eg. Hvønn dag, og tað havi eg gjørt, síðan eg gjørdist 90 ár.

Hvussu hevur tú tað tankanum um deyðan?

- Tað havi eg tað gott við. Eg eri í hvussu er ikki bangin fyri at doyggja. Men, fyri tann skuld nýtist mær ikki at vera heilag. Tað ber til at doyggja uttan. Hvør hevur sína trúgv, heldur hon fyri.

Hvat heldur tú hendir, tá tú doyr? - Tað veit eg ikki. Eg trúgvi ikki øllum tí, sum stendur skrivað, sigur Grethe Pedersen.

Hvussu hevur lív títt verið?

- Tað hevur verið gott nokk.

Nakað serliga gott?

- Neii...

Grethe Pedersen er ikk ikki kvinnan við teimum stóru orðunum. Hinvegin hevur hon altíð havt okkurt at gera. Tí er tað eisini hon, sum ger matin og bakar, og hon tekur sær eisini av reingerini í niðaru hæddini, har hon gongur.

- Tað, sum er á ovaru hæddini og urtagarðin, klárar Ruth, sigur hon. Ruth er dóttir Grethe Petersen, og hon er 77 ára gomul og hevur altíð búð heima.

Ruth og Grethe eru ikki samdar um alt, og tær hava eisini sínar løtur. Men, tær hava funnið sína egnu rýtmu, sum eitt nú ber í sær, at Grethe Pedersen fær morgunkaffi borið á songina hvønn morgun klokkan 9.

- Jú, tað hevur hon fingið, siðan hon varð skurðviðgjørd fyri krabbamein fyri umleið 10 árum síðan, sigur 77 ára gamla dóttirin.

Skalt tú hava nýggj klæði til føðingardagin?

- Nei, tann tíðin er farin, og eg gangi ikki so høgt upp í klæði.

Grethe Pedersen eigur eisini eina systir, sum er á lív. Hon er 101 ára gomul, men kemur ikki í føðingardagin næsta fríggjadag, tí hon býr á røktarheimi.

Tær báðar vóru elst av sjey systkjum. Hini fimm eru deyð. Seinast, Grethe Pedersen sá systir sína, var, tá tær báðar vóru til jarðarferð hjá yngstu systrini. - Tá hugdi systir mín, sum enn er á lívi, upp á meg og segði: Ert tú eisini her, sigur daman við www.jv.dk, sum nú fer at fylla 107 ár.

 

 

 

 

Seinast, hon sá 101 ára gomlu systir sína, hugdi systirin upp og segði: - Ert tú her? Myndina eigur: Annett Bruhn.