Fýra ferðir Od(d)mar Færø

Tað er sjáldsamt, at fýra ættarlið á rað eita tað sama.

Fýra ferðir Od(d)mar Færø

Fýra ferðir Od(d)mar Færø

Í gjár var barnadópur í Havnar Kirkju, har ein lítil beiggi fekk navnið Oddmar Færø. Hann er uppkallaður eftir pápanum, abbanum og langabbanum, sum allir hava sama navn.

Lítli Oddmar Færø er sonur landsliðsleikaran í fótbólti, Odmar Færø og konu hansara Maritu Heradóttir Færø.

Einasti munur á nøvnunum hjá teimum fýra er, at lítli Oddmar og abbin stavast við tveimum d, meðan pápin og langabbin stavast Odmar.

Fýra ferðir Od(d)mar Færø