Fýra føroyingar smittaðir við korona síðani í gjár

Tað eru nú í alt 122 føroyingar, ið hava fingið staðfest corona-smittuna.

Hetta byggir á í alt 2482 kanningarúrslit.

Tað upplýsir Landslæknin í morgun, nú seinastu kanningarúrslitini eru tøk.

Nú eru 33 av teimum smittaðu vorðin frísk aftur. Tað merkir, 10 fólk afturat er vorðin frísk, síðani tølini vórðu dagførd í gjár. Tvey fólk eru innløgd á sjúkrahús. Eingin er deyður av koronavirus í Føroyum.

2.462 fólk eru kannað fyri koronavirus og 699 eru í sóttarhaldi.