Fýra fyritøkur kappast í Firmakappingini hjá FM1 fríggjadagin

Klokkan 14.10 kappast P/F Poul Hansen og Spekt, og klokkan 14.30 kappast Tunnil.fo og Faroe Express

Tvær kappingar vera í Firmakappingini hjá FM1 fríggjadagin.

Klokkan 14.10 kappast P/F Poul Hansen og Spekt, og klokkan 14.30 kappast Tunnil.fo og Faroe Express í spurnarkappingini hjá FM1.

Liðini fáa tríggjar spurningar um ávikavist søgu, landalæru og film sum Kristian Joensen, quizmaster í Klaksvík hevur skrivað.

Haraftrat fáa fyritøkurnar tríggjar ljóðspurningar úr savninum hjá FM1, so talan er um seks spurningar í part. Stendur á jøvnum verður fyrst ein eykaspurningur. Stendur framvegis á jøvnum verður ein talspurningur, ið liðskipararnir skulu svara.

FM1 hoyrist á www.midlar.fo ella gjøgnum útvarpslurtið á frekvensunum FM 88,7;  FM 91,7;  FM 93,9;  FM 95,5  og  FM 98,7.

Høvuðsvinningurin er ein ferð fyri 12 fólk við Skúvadal ferðum undir Vestmannabjørgini við Suppu og døgurða frá Fjørukrónni í Vestmanna. Tveyarin fær "Búff og Bowl" fyri 12 fólk frá Bowlinghøllini á Hálsi í Havn.