Fýra leikarar hjá H71 smittaðir av korona

Fýra av leikarunum á besta mansliðnum hjá H71 hava fingið staðfest koronasmittuna, og enn vanta svar frá øðrum kannaðum leikarum.

Tað skriva H71 menn á Instagram í morgun.

– Vit eru harmir um støðuna og fylgja øllum tilráðingum frá heilsumyndugleikunum. Áðrenn tiltøkini frá heilsumyndugleikunum vórðu sett í verk, vandu vit sum vant, og hetta hevur elvt til smittu í hópinum, skriva teir.

Teir hava nú steðgað allari vengjing og taka støðuna í størsta álvara.

– Vit eru allir, ungir sum gamlir, væl fyri, so hetta fer eftir øllum at døma ikki at raka okkum hart. Vit vilja verja okkara veikastu í samfelagnum og fylgja tí øllum tilráðingum í hesi ringu støðu, skrivar H71 leikararnir. 

– Vit høvdu glett okkum til endaspælið í landskappingini og at tikið greipuna til høldar. Enn er óvist, hvussu verður við kappingini, men vit í H71 fara at gera okkara á vøllinum í framtíðini, siga H71 leikararnir.

Teir enda við eini áheitan:

– Vit heita á øll um at virða boðini frá myndugleikunum um at vera heima við hús og brúka sunna fornuft. Vit ynskja alla eydnu og bata til tey, sum eru rakt av hesi sjúkuni, skriva H71 leikararnir á Instagram.