Fimm ísfiskalínuskip eru til fiskiskap. Fýra av skipunum koma inn at landa mánadagin, og hitt fimta landar seinni í vikuni.
- Línuskipini fáa mest av toski, hýsu, longu og nakað av brosmu, vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga í dag.
Lagt verður aftrat, at sjey frystilínuskip eru eisini til fiskiskap. Eitt er undir Føroyum, og hini seks eru undir Føroyum.
Streymurin verður góður, men veðrið verður ikki at tí besta.
- Tí er ikki væntandi, at nakar serligur útróður verður. Bátarnir fáa nógv mest av hýsu og nakað av toski, verður lagt aftrat.